TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við liðskiparan hjá føroyska landsliðnum, Atla Gregersen, sum var skiftur út við støðuna 0-4 til Portugal, tí venjarin var bangin fyri, at Atli fór at fáa tað seinna gula kortið.
- Hetta var ein gjøgnumførdur lorta dagur, so sterk eru orðini hjá liðskiparanum og verjuskansanum. Atli Gregersen staðfestir, at teir sóu illa út við tað fyrsta málið, og so gekk tað bara av skriðuni.
Atli Gregersen er framúr fegin um stuðulin frá Skansanum og øll tey vøkru tifoskeltini, sum dagaðu ímóti spælarunum við dystarbyrjan. Somikið harmari er Atli, at tað gekk so illa í hond, og hann ber fram ein umbering til áskoðarafjøldina fyri tað vánaliga avrikið.
Atli Gregersen hevði tó nøkur skemtilig prát við Cristiano Ronaldo, har hann m.a. einaferð spurdi Cristiano Ronaldo, um teir skuldu fara at renna um kapp.