TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði beinleiðis á Rás2 við Atla Gregersen, liðskipara hjá landsliðnum aftaná landsliðsvenjarin, Lars Olsen hevði kunngjørt landsliðshópin til HM-undankappingardystirnar ímóti Lettlandi á Tórsvølli, leygardagin 7. oktober, og ímóti Ungarn á útivølli, týskvøldið 10. oktober.
Tróndur Arge og Atli Gregersen umrøddu:
1) Núverandi hópin sum Lars Olsen hevur úttikið
2) Vónirnar til dystirnar ímóti Lettlandi og Ungarn
3) Óvæntaðu úrslitini í effodeildini ígjár, har m.a. Víkingur tapti ímóti Suðringum.
Atli Gregersen heldur, at landsliðsúttøkan við teimum sterku verjuspælarunum, sum eru úttiknir boða frá, at hann helst ikki hevur so ræðuliga nógv ár aftrat á landsliðnum.
Atli Gregersen er vónríkur um at betra stigametið enn meira í dystunum ímóti Lettlandi og Ungarn, men hann undirstrikar, at tað krevur eisini, at fólk møta upp og stuðla væl, sum tey gjørdu ímóti Andorra 3. september.
Atli Gregersen heldur, at 2-0 sigurin í Riga ímóti Lettlandi er tann besti dysturin, sum Føroyar hava spælt í hesari undankappingini.