Atli Gregersen verður helst millum teir ellivu, sum byrja inni fríggjakvøldið, tá Føroyar spæla móti Grikkalandi í Athen. Tað verður tó so sum so við munnhøggaríi við vertirnar, tí Atli dugur bara at siga “tzatziki” grikskum.
Til ber at hoyra samrøðuna við Atla Gregersen við at trýsta á pílin undir myndini
- Eg dugi at siga tzatziki og hello, sigur Atli Gregersen væl vitandi um, at seinna orðið ikki telur við.
Eitt er skemti um hasara vitan um Grikkaland sum land. Eitt annað er álvarin fríggjakvøldið, tá Føroyar spæla fjórða og seinasta EM undankappingardystin í hesum árinum.
Les eisini: Tá William Gallas bleiv svakur
- Eg trúgvi fult og heilt upp á at vit kunnu fáa eitt úrslit her. Tað krevur at allir 21 eru á toppinum, at vit standa væl og øll tey tingini, sum vit altíð tosa um, umframt at Gunnar Nielsen skal spæla væl í málinum. Venjingarnar hava verið góðar og allir eru klárir at fara inn fyri at stríðast, sigur Atli Gregersen, sum ikki óttast at skula spæla seint á kvøldi. Dysturin byrjar klokkan 21.45 lokala tíð.
Størstu virðing fyri Fróða
Eins og Jónas Tór Næs, so hevur miðverjin hjá Víkingi bara rósandi orð at geva Fróða Benjaminsen, sum spælir landsdyst nummar 83.
- Fróði hevur verið ein fantastiskur umboðamaður fyri føroyskan fótbólt. Eg havi tí størstu virðingina fyri honum. Hann umboðar eisini tað DNA’ið, sum vit seta í samband við føroyskan fótbólt, sigur Atli Gregersen.
Les eisini: Liðið so gott sum sett
Atli Gregersen vísir eisini á, at Fróði Benjaminsen altíð avrikar á høgum stigi, tá hann spælir. Fróði smæðist ikki burtur millum stóru stjørnurnar.
- Eg minnist tá vit spældu móti Serbia í Beograd. Dejan Stankovic, sum tá spældi við Inter Milan, spældi sín landsdyst nummar hundrað. Teir máttu skifta hann út í hálvleikinum, tí tá hann hevði hann sparkað eftir Fróða tríggjar ferðir, tí Fróði hevði provokera hann og var omaná í kropsligu tvídystunum. Soleiðis bleiv jubleum dysturin hjá honum oyðulagdur av hesum fitta toftamanninum, greiðir Atli Gregersen skemtiliga frá og leggur afturat, at Fróði faktist skoraði eitt flott mál í tí dystinum.
Landsdysturin móti Grikkalandi í Athen verður fríggjakvøldið klokkan 19.45.