Landsliðsspælarin, sum spældi ein branddyst ímóti Estlandi í gjárkvøldið, skal verða á veg til oddaliðið B36.
Atli Danielsen hevur seinnu árini spælt í Danmark, har hann eisini hevur gingið á skúla. Men nú skal landsliðsspælarin eftir øllum at døma flyta heim aftur til Føroya, og sum skilst er Atli Danielsen á veg til oddaliðið í Vodafonedeildini, B36.
Atli Danielsen er 27 ára gamal. Seinastu tíðina hevur hann umboðað FC Roskilde, og hann hevur í fleiri ár verið millum føstu spælararnar á landsliðnum. Atli Danielsen var millum teir bestu á vøllinum, tá ið Føroyar í gjárkvøldið vunnu 2-0 á Estlandi á Svangaskarði.
Í B36 vilja tey ikki váttað søguna um,at Atli Danielsen nú skal spæla fyri høvuðsstaðarfelagið, men formaðurin í felagnum hevur fyri kortum sagt, at B36 ætlar at styrkja liðið til seinnu hálvu av kappingini.