Atli Danielsen tikið landsliðssteðg

Miðvallarleikarin í FC Roskilde hevur boðað Brian Kerr, landsliðsvenjara, frá, at hann ikki er tøkur, tí hann er so upptikin av lesnaðinum í Danmark.

 

- Lesnaðurin er so tíðarkrevjandi í løtuni, at eg seti meg ikki føran fyri at brúka nógva tíð upp á landsliðsfótbólt samstundis. Men um eitt hálvt ár er støðan øðrvísi, og havi eg betur stundir tá, greiðir Atli Danielsen frá. Sostatt er ikki talan um nakað endaligt farvæl við landsliðsfótbólt.

 

Landsliðið er annars í Firenze í Italia nú, har teir fyrireika seg til landsdystin móti Italia týskvøldið. Atli Danielsen er ikki partur av hesum fyrireikingum. Hann er í Danmark har hann skoraði fyri FC Roskilde í dag.