Atli Danielsen skal spæla við KÍ

Atli Danielsen verður partur av KÍ hópinum tað, sum eftir er av kappingini í ár. Sáttmálin við Frem er gingin út, og nú hevur Atli Danielsen sett sína undirskrift á ein sáttmála við KÍ.

 

Tað skrivar heimasíðan hjá Bláu Bylgju í kvøld.

 

- Nú havi eg sæð nakrar dystir og vant nakrar ferðir við KÍ hópinum í ár, og tað er onki at ivast í, at fleiri komandi stór spælarar eru á veg. Lítið er at ivast í, at um hesir leikarnir halda áfram at spæla fyri KÍ, kann roknast við, at felagið aftur kemur at liggja í toppinum í føroyskum fótbólti um ikki so langa tíð, sigur Atli Danielsen við fjepparasíðuna hjá KÍ.

 

KÍ hevur eisini gjørt avtalu við Toda Jónsson, sum skal hjálpa KÍ restina av kappingini