Jarðarferð
Eisini úr Danmark og Grønlandi vóru fólk komin fyri at siga Atla eina seinastu farvæl. Tað var Bjarni Bæk, dómprovstur, sum helt prædikuna. Eftir tað sungu og spældu limir í kórunum Sólarmagn og Tarira kenda lagið eftir Mikis Theodorakis, sum Svend Bertel Taube týddi, "En sång om Frihed". Tá kistan varð borin út spældi Katrin Jørgensen undir við trompet til lagið hjá Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharra: "Gakk tú tryggur fram við góðum treysti" . Jógvan Thomsen hevði orgulspælið í Vesturkirkjuni henda sermerkta dagin, tá so mong høvdu valt at minnast Atla Dam fyri seinastu ferð. Á grøvini varð tjóðsangurin sungin.










