Atli Dam fær nýggja gøtu í Hoyvík

Tá fyrstu útstykkingarnar vóru gjørdar kring Løgmannabreyt í Hoyvíkshaganum, vóru gøturnar nevndar eftir teimum fýra løgmonnunum, sum tá vóru deyðir.

 

Teir vóru Andrass Samuelsen, Kristian Djurhuus, Petur Mohr Dam og Hákun Djurhuus. 

Fýra gøtur vóru í fyrstu útstykkingini og fýra løgmenn, sum vóru farnir. Seinni eru aðrir løgmann frá gamlari tíð uppkallaðir. Men eftir at Marita Petersen doyði í 2001, varð hon uppkallað, tá útstykkingini eystan fyri Løgmannabreyt varð gjørd, og gøtan nevnd Maritugøta.

Atli Dam er tann sætti løgmaðurin, sum er deyður, og hann hevur eisini fingið sína gøtu – men tað margháttliga er, at meðan hundraðtals fólk búgva í gøtunum, sum eru nevndar eftir teimum fyrstu fimm løgmonnunum, so býr eingin í Atlagøtu. Og har fer ongantíð nakar at búgva, tí talan er um ein sambindingarveg millum Løgmannabreyt og Karlamagnusarbreyt.

Hesum hava fólk fleiri ferðir funnist at. Tann løgmaður, sum hevur sitið nógv longst, ikki fær sama heiður sum hinir fimm løgmenninir, at ein gøta, við nógvum fólki, verður nevnd eftir honum. Atli Dam var løgmaður í tilsamans 16 ár í fimm ymsum samgongum. Fyrstu ferð í 1970 til 1981, tá hann stjórnaði trimum samgongum. Síðani frá 195-1989 og aftur frá 1991-93.

Seinastur at finnast at málinum um fólkatómu Atlagøtu í Hoyvík var Vagnur Michelsen, fyrrverandi lærari í Havn, sum skrivaði um hetta á heimasíðu síni, Hvannrók, í vikuni: Atli Dam fyrrv. løgmaður skuldi fingið aðra gøtu í Hoyvík

Eisini Tróndur Sigurðsson, býráðslimur í Havn hevur funnist at hesum. Tað gjørdi hann á býráðsfundi fyri tveimum árum síðani, tá hann mælti til, at varð broytt soleiðis, at ein onnur gøta fær navnið Atlagøta.

Tá sat Tróndur Sigurðsson í andstøðu uttan ávirkan. Nú situr hann í samgongu og er formaður í bæði byggi- og býarskipanarnevndini og teknisku nevnd hjá Tórshavnar býráð.

– Jú, eg havi framvegis somu hugsan. Eg havi tosað við avvarðandi hjá Atla Dam um málið, men tað er bara eingin nýggj gøta gjørd í Hoyvík enn, sigur Tróndur Sigurðsson, sum ikki heldur, at tað ber til at skifta nøvn á verandi gøtum. Men at onkur nýggj gøta skal fáa navnið Atlagøta.

 

##med2##

– Vit hava eina ætlan um, at Atli Dam skal hava eina nýggja gøtu nevnda eftir sær. Vit skulu bara hava ta røttu gøtuna til tað. Málið er í gongd og hevði verið framt, um onkur nýggj gøta hevði verið gjørd. 

– Eg haldi tað ikki vera rætt, at ein løgmaður sum Atli Dam, sum var ein av okkara bestu løgmonnum í søguni, skal hava eina gøtu nevnda eftir sær, har einki húsanummar er, sigur Tróndur Sigurðsson.

Tróndur Sigurðsson vísir á, at hetta sjálvandi er eitt mál fyri gøtunavnanevndina, men heldur ikki, at tað ger nakað, at tey hava politiskar meiningar um tað. 

– Í hesum ítøkiliga málinum um Atla Dam, so ætla vit at finna eina aðra gøtu til hansara – og tað er so lætt, tí tað er eingin skal broyta adressu, tí eingin býr har, vísir Tróndur Sigurðsson á. 

– Nú fara vit í gongd við Stórutjørn og alt tað arbeiði, sum skal gerast har, og tað er væl hugsandi, at onkur møguleiki verður har til eina Atlagøtu. 

 

Atlagøta er sambindingarvegur millum Løgmannabreyt, vinstrumegin, og Karlamagnusarbreyt, høgrumegin