Mótstøðuliðið vóru uppflytararnir Brønshøj, sum FC Roskilde basti 1-3 á útivølli. Tað var annars eingin ynski byrjan hjá FC Roskilde, sum kom aftur um við 1-0 og brendu tvey brotsspark upp í slag.
Fyrst brendi liðfelagi hjá Atla Danielsen, tá lítið var spælt av fyrra hálvleiki. Men FC Roskilde fekk enn eitt brotsspark, tá góðir 20 minuttir vóru spældir. Atli Danielsen, sum tekur sær av fleiri deyðbóltsstøðum hjá FC Roskilde, varð settur at skjóta hesaferð, men málverjin bjargaði. Lukkutíð fyri Atla Danielsen og FC Roskilde, var ein liðfelagi hansara kvikur og skeyt leysa bóltin í netið.
Tað var eisini javnleikur í steðginum, men eftir steðgin fekk FC Roskilde tvey mál aftrat, soleiðis at tað endaði 1-3.
Atli Danielsen, sum spældi samfullar 90 minuttir á miðvøllinum hjá FC Roskilde, hevur nú vunnið tríggjar dystir á rað við liði sínum. Harnæst hevur FC Roskilde ikki tapt í átta dystir. Tað hevur við sær, at teir liggja nummar fimm í deildini, eitt stig aftanfyri FC Vestsjælland, sum tapti í dag og hevur 19 stig.
Hini liðini í toppinum eru Vejle við 24 stigum, AGF við 21 stigum og AB, sum eins og FC Vestsjælland hevur 19 stig, tó við einum dysti færri enn FC Roskilde og FC Vestsjælland.