- Vit hava aldrin fingið fleiri stig í bestu deildini. Vit hava aldrin skorað fleiri mál, og vit eru ósigraðir á heimavølli í ár. Liðskiparin hjá Víkingi, Atli Gregersen roynir at fokusera uppá teir jaligu lutirnar, sum finnast.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Atla Gregersen á Rás2, aftaná 3-2 heimasigurin hjá Víkingi ímóti HB í dag.
- Breiddin heldur hjá okkum, staðfestir ein fegin Atli Gregersen, sum er glaður fyri, at teir ungu spælararnir taka av møguleikanum.