Atli betri fyri enn nakrantíð

Góðkent! Tað er skoðsmálið, Atli Danielsen gevur fyrru hálvu hjá FC Roskilde, sum nú er farið í vetrarfrí. – Men persónliga havi eg ment meg nógv sum fótbóltsleikara hetta hálvárið, sigur Atli Danielsen

Tað byrjaði illa. Trý tap á rað og tað skuldu ganga seks dystir, áðrenn liðið vann fyrsta dystin. Men so kom av álvara glið á, og í átta dystir á rað tapti FC Roskilde ikki.
- Hesir dystirnir hava verið hæddarpunktið hetta hálvárið, sigur Atli Danielsen
Av tí sama kann hann eisini siga ‘góðkent’, um kappingarárið higartil, men so heldur ikki meiri enn tað. Fýra teir seinastu dystirnar er alt steðgað upp. Tvey tap í móti toppliðum og so eitt tap og ein javnleik í móti botnliðum, er ikki lang frá nøktandi.

Mentur persónliga
Hinvegin kann Atli Danielsen illa vera annað enn nøgdur við sítt egna avrik hetta hálvárið. Fyrsta landskappingardystin var hann leikbannaður og tað sama var galdandi seinast, liðið spældi. Annars er hann byrjaður inni hvønn dyst á miðvøllinum, har hann hevur ein sentralan leiklut.
- Eg merki sjálvur, at tað hevur gingið rímiliga væl og kenni meg sum ein umráðandi part av liðnum, greiðir Atli Danielsen frá. Hann hevur hug at geva venjaranum ein part av æruni av hesum.
- Hann eigur rós uppiborið og eg haldi, at eg persónliga havi ment meg hetta seinasta hálva árið, soleiðis at eg eri ein betri fótbóltsleikari nú, enn eg havi verið, heldur Atli Danielsen.
Sjálvur heldur hann, at hann tekur størri lut í uppbyggjandi spælinum og torir at taka fleiri kjansir nú.
- Eg havi verið rímiliga defensivur og altíð valt tryggu loysnina við at spæla bóltin aftur eftir. Nú eri eg djarvari, vendi mær og finni áleypararnar, greiðir Atli Danielsen frá.
Fyri tveimum árum síðani varð Atli Danielsen annars kosin ársins leikari í Frem, men Atli Danielsen er ikki heilt tann sami leikarin longur.
- Har var eg meira at rokna sum ein uppruddari, og skuldi nokk ikki hugsa so nógv frameftir. Síðani eri eg mentur taktiskt og havi fingið nýggj ting við í mítt spæl, sigur Atli Danielsen.


Skjótt klárur til landsliðið
Tað eru fáir føroyingar, sum hava havt møguleika at fylgt hesari menningini hjá Atla Danielsen. Fyrst og fremst tí, at hann spælir í Danmark, men harnæst gav miðvallarleikarin úr Klaksvík eisini avboð til landsliðið fyrst í september.
- Tað var rætt og slætt ein spurningur um, at eg ikki kundi missa meira av skúlanum, har vit hava havt sera nógv um oyruni. Í januar hava vit nakrar royndir, men so skuldi stilna av og eg ætli mær at melda meg tøkan og stríðast fyri at vinna meg inn aftur í landsliðshitan, greiðir Atli Danielsen frá.

Ógreið framtíð
Men eitt er landsliðið og annað er framtíðin í Danmark. Atli Danielsen hevur lisið búskap síðani hann kom til Danmarkar í 2007. Hetta verður hann liðugur við komandi summar.
- Spurningurin er so, hvat tá hendir. Kona mín verður eisini liðug við sítt tá, so vit eru bæði liðug í so máta. Mín sáttmáli við FC Roskilde gongur fram til summarið 2012, men eg havi tryggjað mær, at eg kann fara heim longu í summar, um eg ynski tað. Lesnaðurin bindir okkum í øllum førum ikki tá, men vit vita ikki heilt, hvat vit ætla, sigur Atli Danielsen.