Fremad Amager og Todi Jónsson hava ætlanir um at blanda seg í toppin í donskum fótbólti. Hetta er langtíðarmálið. Í løtuni snýr tað seg um at varðveita sessin í næstbestu deildini. Tað er framvegis møguleiki fyri tí, men Fremad Amger er í tungum sjógvi. Nú tað resta fimm umfør, er liðið eitt stig frammanfyri triði aftasta plássið, sum ber niðurflyting við sær.
Í kvøld vitjaði Frem við Atla Danielsen á sentralum miðvallarplássi allar 90 minuttirnar í Sundby Idrætspark. Frem var spælstýrandi mest sum alla tíðina og vann 3-1.
Jónas þór Næs og Tem Hansen vóru alla tíðina á Fremad Amager liðnum. Todi Jónsson var millum teir fyrstu ellivu. Í 67. minutti varð hann skiftur út. Tá kom Andrew av Fløtum inn.
Todi Jónsson hevði beinanvegin vandamikla roynd, sum fór dygst skeivu megin stólpan. Stutt frammanundan, at hann fór av vøllinum, átti Todi uppspælið til útjavnandi málið.
Frem legði seg á odda í síðsta minutti undan hvíldini. Fram ímóti dystarenda skoraði Frem tvey mál afturat. Frem er á 8. plássi. Tað eru fýra stig fram til 4. plássið.