Atli: Besta mótstøðuliðið á Tórsvølli nakrantíð

(Frá Rás2) Liðskiparin harmast, at liðið ikki kundi fáa eitt betri úrslit, men staðfestir, at sveisiska liðið er framúr

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við føroyska landsliðsliðskiparan, Atla Gregersen aftaná 0-2 tapið ímóti Sveis á Tórsvølli í gjárakvøldi.

 

Atli Gregersen er harmur um, at føroyska liðið ikki kundi fáa eitt betri úrsliti frammanfyri Skansanum og stóru áskoðarafjøldini, men staðfestir, at sveisiska liðið var sterkt.

 

Liðskiparin heldur, at Sveis er sterkasta liðið, sum hevur verið á Tórsvølli. Atli Gregersen heldur, at sveisisku spælararnir dugdu framúr væl at flyta bóltin, og tískil var ringt hjá føroyska liðnum at koma til orðanna. Atli Gregersen er tó nøgdur við ta fyrstu løtuna av fyrra hálvleiki, tá føroyska liðið megnaði at leggja trýst á.