Í summar valdi 28-ára gamla verjukempan at royna seg í skotsku aðrudeild. Tíverri so hava tingini ikki gingið eftir vild og Atli er nú aftur at síggja í føroyskum fótbólti. Atli hevur síðani 2004 havt heimavøll í Sarpugerði hjá ávíkavist GÍ og Víkingi.
Heimasíðan hjá Víkingi skrivar:
So er tað staðfest. Verjuskansin Atli Gregersen kemur heim til Víking.
Tað hevur leingi ligið á ljóði, men nú er tað so greitt. Atli hevur skrivað undir fyri komandi kappingarár, og tað er nakað, sum vit fegnast um. Vit kenna øll dygdirnar hjá Atla, og eingin ivi er um, at hann verður ein dyggur styrkur hjá okkum.
Vit ynskja Atla vælkomnum heim til Víking.











