Atli aftur á vøllinum

Klaksvíkingurin byrjaði inni á miðvøllinum hjá FC Roskilde, har hann spældi allan dystin. Hann fekk kortini ikki gjørt stórvegis við, at FC Roskilde tapti tepurt 0-1 á heimavølli móti FC Fredericia.

 

Hetta er triðja tapið hjá FC Roskilde í vár og annað tapið á rað. Samstundis hava liðini kring FC Roskilde fingið stig, og tað merkir, at tað nú er rættiliga tætt í botninum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. FC Roskilde er nú einans trý stig omanfyri niðurflytingarmarkið, og harvið er ein spennandi endaspurtur byrjaður fyri teir, nú einans fimm dystir eru eftir at spæla.