Atli aftur í Gøtu

Atli Gregergsen hevur gjørt avtalu við GÍ um, at hann aftur fer at leika fyri felagið komandi kappingár. Tað boðar felagið frá á heimasíðu sínari í dag. Tað var í gjár, at Gøtu Ítrottarfelag og Atli Gregersen komu ásamt um avtaluna. Seinast Atli Gregersen spældi við GÍ var í 2005, tá hann var við at vinna steypakappingina fyri liðið. Síðani hann gavst í felagnum tá, hevur hann roynt seg í Frem, har millum annað Jónas þór Næs og Gunnar Nielsen dagliga leika, men nú er hann so heima í Føroyum aftur, klárur at fara í eldin fyri GÍ.