Atli aftur á liðnum

(Ljóðsamrøða) Atli Gregersen er aftur á føroyka liðnum, eftir leikbann

Atli Gregersen er saman við Klæminti A. Olsen nýggir í uppstillingini til landsdystin móti Finnlandi í kvøld. Atli hevði leikbann móti Norðurírlandi. Hann ásannar, at hann má spæla væl hvønn dyst fyri at varðveita plássið í miðverjuni.

 

Hoyr samrøðuna við Atla Gregersen við at trýsta á pílin undir myndini

 

- Eg geri glaður fyri at fáa álitið aftur hesa ferð, men hinir báðir spældu væl móti Norðurírlandi. So eg skal bara spæla ein vánaligan dyst, so eri eg kanska uttanfyri til næsta dyst, sigur Atli Gregersen um kappingina í miðverjuni.

 

Les eisini:Klæmint byrjar inni

 

Landsliðið spælir í kvøld móti Finnlandi í Helsinki. Dysturin byrjar klokkan 19.45. Rás2 sigur frá dystinum.

 

Rás2 hoyrist á netinum við at trýsta HER

 

Rás2 hevur skift net. Alt virksemið hjá Rás2 skiftir yvir á netið hjá KissFM. Sostatt verður frásøgnin í dag at hoyra á 98,7 í suðurstreymoy og partar av eysturoynni, og á 88,7 í Norðoyggjum. Rás2 kann eisini hoyrast á netinum umvegis heimasíðuna midlar.fo.