Atletico vinnur Super Cup

Mario Mandzukic skoraði sítt fyrsta mál fyri Atletico, sum vann Super Cup'ina móti býarbørnunum úr Real Madrid.

Mario Mandzukic skoraði sítt fyrsta mál fyri Atletico, sum vann Super Cup'ina móti býarbørnunum úr Real Madrid.

 

Eftir at fyrri dysturin endaði 1-1 heima hjá Real Madrid, eydnaðist Atletico Madrid at vinna seinna dystin heima í gjárkvøldið 1-0.

 

Málið skoraði kroatin beint inni í brotssparts økinum eftir bert tveimum minuttum.

 

Raul Garcia var eisini nær við fyri meistararnar, sum fekk venjaran, Diego Simeone vístan burtur, eftir at hava skalla fjórða dómaran.

 

Fyri Real Madrid hevði James Rodriguez bestu møguleikarnar við tveimum skotum beint framvið stólpunum.