Eftir 1-0 til Leverkusen í fyrru 1/8-finaluni var alt opið, tá Atletico Madrid í kvøld átti heimavøll móti Bayer Leverkusen.
Bert eitt mál kom í vanligu leiktíðini, og tað skoraði Mario Suarez eftir 27 minuttum.
Longda leiktíðin gav heldur einki mál, og so skuldi alt avgerast í eini brotssparkskapping, sum gjørdist meira enn bara vanliga spennandi.
Bæði liðini høvdu misnýtt tvær ferðir í part, tá fimta skotið skuldi skjótast av blettinum. Fernando Torres var bæði kaldur og neyvur, tá hann sendi bóltin dygst úti við stólpan. Síðani var alt trýstið á Stefan Kiessling, men hann sendi bóltin langt uppum, og so var fagnaðurin á heimamonnunum ovurstórur.