Atletico Madrid vann í kvøld 3-1 á Chelsea og er í Champions League finaluni saman við grannunum úr Real Madrid. Fernando Torres legði Chelsea á odda, men við málum frá Adrian Lopez, Diego Costa og Arda Turan tryggjaði Atletico Madrid sær pláss í Champions League finaluni.
Bussurin í Chelsea
José Mourinho og Chelsea hava verið fyri nógv atfinningum seinastu tíðina, fyri at spæla ov verjukent. Tað verður á fótbóltsmáli kallað fyri parkera bussin, sum er ímyndin av nógvu verjuspælarunum, sum verja fyri málið.
José Mourinho sveik heldur ikki í uppstillingini, har hann hevði gjørt pláss fyri ikki færri enn seks verjuspælarum. Umframt teir fýra í verjuketinum, so vóru César Azpilicueta og David Luiz at finna á miðvøllinum. Báðir hava sín uppruna í verjuni.
Torres skorar móti barndómsfelagnum
Atletico Madrid hevði bóltin meiri enn vertirnir úr London. Teir vóru eisini um reppið at koma á odda, tá eitt innlegg tók í bæði yvirleggjaran og stongina. Tíggju minuttir fyri hálvleik kom Chelsea á odda, tá Fernando Torres bleiv spældur leysur í brotsteiginum og skoraði. Hann er uppvaksin í Atletico Madrid og vísti ongar kenslur, tá hann skoraði.
Nú hevði Chelsea tamarhald á samlaðu støðuni, men ein minutt fyri tíð gekk gali. Eden Hazard var ikki til reiðar og so endaði bólturin hjá Adrian Lopez, tætt undir málinum skoraði. 1-1 og so var Atletico Madrid frammanfyri samanlagt.
Feilurin hjá Eto’o
Mest avgerandi løtan í dystinum kom, tá dysturin var ein tíma gamal. Eftir deyðóltsstøðu endar bólturin hjá Diego Costa, sum verður feldur av innskifta Samuel Eto’o. Dómarin bríkslar fyri brotssparki, sum Diego Costa skorar uppá.
Nú skuldi Chelsea fram at skjóta tvey mál. Framrættaða partin hevur Chelsea ikki fingið skil upp á í ár, og tað gekk heldur ikki móti Atletico Madrid, sum nakað seinni økti til 3-1. Málið skoraði Arda Turan.
Madrid í finaluni
Hetta er fyrstu ferð, at Atletico Madrid er í Champions League. Teir vóru í finaluni í meistarakappingini fyri 40 árum síðani. Í finaluni bíða grannarnir úr Real Madrid. Tað er fyrstu ferð, at tvey lið úr sama býi eru í Champions League finaluni. Finalan verður í Lisbon í Portugal tann 24. mei.
Staðfstingin má væl verða, at Madrid í løtuni er heimsins besti fótbóltbýur.
Champions League hálvfinalur:
Chelsea (0) – (0) Atletico Madrid 1-3 (1-1)
1-0 Fernando Torres, 36
1-1 Adrian Lopez, 44
1-2 Diego Costa, 60 br
1-3 Arda Turan, 72
Atletico Madrid vinnur samanlagt 3-1