Atletico Madrid hevur klagað Barcelona

Ósemja er um skiftið hjá Antoine Griezmann frá Atletico Madrid til Barcelona

Antoine Griezmann hevur skift frá Atletico Madrid til Barcelona fyri heilar 887 milliónir krónur, og nú hevur spanska høvuðstaðarfelagið kært Barcelona.

Atletico Madrid hevur klagað, tí í sáttmálanum hjá Antoine Griezmann við Atletico Madrid stóð, at um Griezmann skuldi fara frá Atletico Madrid, skuldi hann kosta hálva aðru milliard krónur.

Í sáttmálanum stóð eisini at hetta talið skuldi lækka niður í 887 miliónir krónur fyrsta juli í ár. Barcelona hevur keypt franska áleyparan fyri 887 milliónir krónir, men spanska høvuðstaðarfelagið heldur, at hann átti at kostað Barcelona væl meir, tí at samráðingarnar ímillum feløgini vóru avgreiddar áðrenn fyrsta juli í ár.

Ikki er greitt, hvat hetta endar við, men Antoine Griezmann er sjálvur harmur, um hvussu avtalan fór fram og sigur soleiðis um støðuna:

- Viðvíkjandi Atletico Madrid, eg eri sera harmur um støðuna, vit gjørdu eina avtalu, men avtalan broyttist í síðsta enda. Eg veit at hetta er ein keðiligur háttur at enda mína tíð í felagnum uppá, men slíkt má Atletico Madrid bert góðtaka.