Sponsku meistararnir úr Atletico Madrid hava nú funnið sín avloysara fyri Diego Costa, ið fyri stuttum varð seldur til Chelsea.
Atletico Madrid kunngerð í dag at sáttmáli er gjørdur við kroatiska áleyparan Mario Mandzukic. Mandzukic skiftir til Atletico Madrid frá týsku meistarunum, Bayern Munchen.
Tað verður mett at Mandzukic kostar Atletico umleið 165 milliónir at keypa leysan frá Bayern Munchen.
Sáttmálin millum Mario Mandzukic og Atletico Madrid er galdandi fyri fýra tey næstu kappingarárini.