Atle Dyregrov fekk toppkarakter

Eftir skeiðið um børn og sorg, sum norski sálarfrøðingurin Atle Dyregrov helt hósdagin var eftirmeting millum luttakararnar. Skeiðshaldarin fekk topp karakter frá næstan øllum luttakarunum

? Á einum skala frá eitt til seks fekk Atle Dyregrov seks frá næstan øllum luttakarunum, tá ið ráddi um innhald og framløgu á skeiðinum, sigur Annika Andreasen, sum er onnur í felagnum Synergi, sum skipaði fyri skeiðinum.
Samanumtikið var talan um eitt sera áhugavert og spennandi skeið, har skeiðsleiðarin fangaði luttakararnar við søgum frá sínum egna arbeiði samantvinnað við mannagongdum, evnum og øðrum, sum gera seg galdandi, tá børn verða rakt av sorg.
Hann tosaði millum annað um, hvussu týdningarmikið tað er ikki at hava ov nógvar loynidómar í familjuni fyri børnunum. Tí royndir vísa, at sannleikarnir ofta koma fram kortini ? um ikki annað aðrastaðnis frá, og tað er sera óheppið, um børnini hoyra slíkt frá øðrum enn sínum nærmastu.
Norðmaðurin kom til landið mikudagin og sama kvøld helt hann fyrilestur fyri umleið 100 lesandi í høllini á Føroya Læraraskúla.
Hósdagin var so sjálvt skeiðið á Hotel Føroyum, har um 120 luttakarar vóru og lýddu á norska serfrøðingin.

Uppfylging
Annika Andreasen sigur, at hetta skeiðið var so mikið væleydnað, at tær hugsa um at fara at skipa fyri uppfylgingarskeiðum einaferð í heyst ella vetur.
? Tað var ikki nakar, sum segði seg ikki kunna hugsað sær at hoyr Atle Dyregrov aftur, greiðir hon frá.
Slík uppfylgingarskeið kundu verið eitt nú í tilbúgvingarætlanum í skúlum ella meiri nágreiniligt um evnið sorg.
Tær hava ikki endaliga avgjørt nakað, men Annika sigur, at hetta er nakað, sum tær avgjørt at fara at arbeiða fram ímóti.
Eisini arbeiða tær nú við at fyriskipa aðrar fakfestivalar, sum tann um fjølmiðlar og onkra ráðstevnur, men onki er endaliga dagfest enn.
? Nú eru trý tey fyrstu tiltøkini farin afturum, so nú fara vit at velja okkum nøkur ávís evni burtur úr tí, sum vit arbeiða við, og so verður meira at frætta um komandi tiltøk seinni, sigur Annika Andreasen.
Atle Dyregrov fór av aftur landinum fríggjadagin, tí honum dámar ikki at vera ov longi burtur frá sínum starvi í Noreg. Hann hevur býtt sína viku í tvey. Tríggir dagar fara til at arbeiða við børnum á sínari klinikk, og hinir báðir dagarnir fara til ferðing.