Atlas yvir rithøvundar

Mikudagin fluttu fleiri enn 100 norðurlendskir bókmentaligir tungvektarar inn á adressuna www.dr.dk/forfatteratlas


Danska DR hevur gjørt eina spildurnýggja heimasíðu, sum á heilt serligan hátt varpar ljós á norðurlendskar rithøvundar.

Fleiri enn 100 norðurlendskir bókmentaligir tungvektarar fluttu mikudagin inn á adressuna www.dr.dk/forfatteratlas, har høvundarnir verða lýstir í mun til hvønnannan: Hvør fekk íblástur frá hvørjum? Hvør hevur arbeitt saman við hvørjum? Og hvør hevur funnist at hvørjum fyri hvat? 


Við at klikkja á ymisk støð á sonevnda rithøvunda- atlassinum koma sambondini millum høvundarnar til sjóndar bæði við myndum og smáum tekstbrotum. Her fjala seg myndir, videobrot og ljóðbrot frá gomlum og nýggjum sjón- og útvarpssendingum. Nógv av tilfarinum hevur ikki verið at sæð ella hoyrt áður, og geva tey eitt ofta húðleyst innlit í, hvussu rithøvundarnir síggja út, bera seg at og tosa um sín skaldskap. 


Nýggja atlassið fevnir um tíðarskeiðið frá 1650 fram til í dag. Líka frá klassikarum sum Søren Kirkegaard og Henrik Ibsen til nútíðar høvundar sum Sara Stridsberg og Kjell Westø. 


Tilfarið, sum í fyrsta umfari talar mest til eygað, er ætlað at vera ein nýskapandi máti at stimbra hugin hjá fólki at lesa norðurlendskar bókmentir.