Atlantsflog vil eisini skrásetast í Danmark

Atlantic Airways hevur gjørt av at søkja um, at felagið verður skrásett á Nasdaq OMX keypsskálanum í Keypmannahavn. Atlantic Airways varð upprunaliga skrásett á keypsskálanum í Reykjavík 10. desember 2007, og við nýggja átakinum verður felagið dupultskrásett í Reykjavík og Keypmannahavn eins og fleiri onnur føroysk feløg.

Felagið miðar eftir eini skráseting í Keypmannahavn innan hálvan november.

- Skrásetingin á Nasdaq OMX í Keypmannahavn ger tað lættari og meiri áhugavert fyri íleggjarar í Danmark at handla partabrøvini hjá Atlantic Airways, og vit vóna, ar tað fer at økja um umsetningin í partabrævinum, sigur Magni Arge, stjóri.