Á veg til íslands herfyri varnaðist ein floskipari hjá Atlantsflogi, at okkurt var í ólagi við teknikkinum hjá flogfarinum. Hann tók ongar kjansir og vendi aftur í Vágar at fáa brekið umvælt.
Magni Arge, stjóriá Atlantsflogi, váttar, at flogfarið tann eian túrin vendi aftur. Hann váttar eisini, at talan var um tekniskar trupulleikar. Meira vil hann ikki siga. Hevur ikki hug at viðgera detaljur, sigur hann.
?Og so nyttar tað so lítið at spyrja meg um tað tekniska, tí tað hava onnur betri skil á, enn eg havi, sigur stjórin á Atlantsflogi.
Men hann vil ikki siga, hvør so er betri egnaður at diga, hvat tað var, sum hendi. Tað er stjjórin, sum úttalar seg alment um felagið, sigur hann, og vil ikki koma inn á, um tað var eitt hendiligt tekniskt brek, ella tað var ein menniskjaligt mistak, sum gjørdi, at ikki alt riggaði, sum tað skuldi.
Magni Arge leggur dent á, at flogfarið er útgjørd við dupultari útgerð allastaðni, soleiðis at um eitt gongur fyri, er tað næsta klárt at taka við. Soleiðis var eisini hetta kvøldið, og tað var avgjørt ongantíð nakar vandi fyri trygdini.
Flogskiparin valdi at binda um heilan fingur og vendi aftur beinanveg, hann varnaðist óreglusemið. Flogfarið varð umvælt í Vágum og helt so afur til Íslands og kom heim aftur sama kvøldið, sigur Magni Arge.