Atlantsflog váttar nú tíðindini, sum in.fo bar mikudagin um, at felagið ætlar at flúgva til Amsterdam í Hollandi í summar.
Tað skrivar danska flogmiðilin Check-in.dk.
Miðilin skrivar, at Atlantsflog frá juni næsta ár ætlar at flúgva til Schiphol Airport í Amsterdam tríggjar ferðir um vikuna.
Les eisini: http://www.in.fo/news-detail/atlantsflog-fer-at-flugva-til-amsterdam/Atlantsflog fer at flúgva til Amsterdam
KLM hevur stóran marknaðarpart í Skandinavia, tá hollendska felagið flýgar ferðafólk frá 13 ymsum skandinaviskum flogvøllum beinleiðis til stóra knútapunktið í Amsterdam, haðani nógvar flogleiðir eru beinleiðis út í heim.
Ætlanin skal tó góðkennast á fundi hjá IATA, sum hevur fund í Madrid frá 13. til 16. november, har flogfeløg hittast at samskipa slots, sum er fráfaringar og lendingarloyvi.
– Vit ætla at flúgva til Amsterdam frá á sumri 2019, men fráfaringar- og lendingarloyvini eru ikki komin upp á pláss enn, váttar Pætur Rasmussen, leiðari hjá Atlantsflog, fyri CHECK-IN.dk.