Vágoy: Nógv varð gjørt burtur úr, tá flogfarið hjá Atlantsflogi setti seg á fyrsta sinni í Vágum fyri júst 20 árum síðani.
Um hetta mundið vóru helst mong, sum ivaðust í um ætlanin við einum føroyskum flogfelagi mundi fara at bera seg. Í dag – 20 ár seinni – er neyvan nakar í iva um, at hetta var ein røtt avgerð.
Til tess at markera hetta, verður skipað fyri stórari móttøku á flogvøllinum seinnapartin í dag, samstundis sum felagið hevur staðfest at tað er valt sum ársins lærupláss í 2007.
Forstjórin, Magni Arge er sjálvandi fegin um gongdina hesi árini – og serliga tey seinastu 13 árini, ið hann hevur verið stjóri.
Men hann ynskir ikki at njóta tey framdu avrikini. Fyri framman liggja stórar avbjóðingar:
- Ein tann størsta er at menna flúgvingina til og frá Føroyum enn meiri, soleiðis at hon verður á sama støði sum í øðrum londum.
- Vit eru eitt føroyskt flogfelag við stórum F og fyri føroyingar, og tað mugu vit til eina og hvørja tíð taka atlit til, slær Magni Arge fast.
Í dag hevur Atlantsflog sjey flogfør og tríggjar tyrlur undir sínum veingjabreiði.
Nógvir varðar
Magni tók formliga við starvinum sum stjóri í Atlantsflogi 1. juni í 1995, og hevur hesi árini upplivað bæði góðar løtur og ringar løtur. Tann ringasta løtan var flogvanlukkan í Stord, men hinvegin hava tær góðu løturnar verða nógv tær flestu.
- Tær eru so nógvar í tali, at ilt er at velja ta størstu burturúr, sigur Magni.
Tá teir fingu næsta flogfarið í flotan var hetta eitt avgerandi stig á røttu leiðini, og tá teir fóru undir størri uppgávur uttanlanda við flogførum og tyrlum. At felagið enntá kundi geva yvirskot í 2005, var somuleiðis eitt satt bragd hjá 20 ára gamla flogfelagnum.
Fyri Magna er eingin ivi um, at hesir varðarnir á vegnum hava gjørt sítt til, at fólk av álvara fingu eyguni upp fyri týdninginum av, at føroyingar sjálvir høvdu sítt egna flogfelag.
- Jú, eg haldi, at alt hetta broytti rættiliga nógv í hugsanini hjá fólki.
- Nú sóu tey brádliga, at tað bar til at reka eitt føroyskt flogfelag, og enntá við yvirskoti, sigur hann.
Heima og úti
Fyri stjóran og leiðsluna í Atlantsflogi er eingin ivi um, at nógvar stórar avbjóðingar liggja fyri framman tey komandi 20 árini – hóast føroyski marknaðurin er avmarkaður.
- Tað er púra greitt, at ein dagføring og ein menning av felagnum verður altíð treytað av búskaparligu gongdini og marknaðinum her á landi.
- Er lítið virksemi í Føroyum, so sæst hetta sjálvandi aftur í flúgvingini hjá okkum, sigur Magni Arge. Tí má felagið fáa sær fleiri bein at standa á í framtíðini.
Av hesi orsøk hevur felagið lagt stóran dent á at koma inn í flogferðsluna uttan fyri Føroyar, soleiðis at felagið kann fáa eina meiri støðuga inntøku við hesum virkseminum. Ein partur av hesi gongdini er tað framhaldandi arbeiðið at menna tyrluflúgving innan frálandavinnuna.
Hinvegin eru umstøður uttanfyri Føroyar og Atlantsflog sum kunnu hava stóra ávirkan á raksturin í felagnum – hækkandi oljuprísur og serstaka føroyska veðurlagið.
Sum eitt stig á hesi leiðini hevur Atlantsflog eisini sín leiklut í veðurlagsráðstevnuni, sum verður í Føroyum í næsta mánaði, og ynskja fegin at meiri verður gjørt innan gransking av veðurlagnum.
Hetta fer at gera sítt til, at felagið í framtíðini fer at útvega sær meiri effektiv flogfør.
Aftur yvirskot í fjør
Úrslitið fyri skatt í 2007 var 29 milliónir krónur og 23,8 milliónir aftaná skatt. Eginognin er vaksin upp í slakar 214 milliónir, sum er 10% hægri enn marknaðarvirðið.
Hetta er besta úrslit, felagið hevur rokkið, síðan farið varð undir virksemið fyri 20 árum síðani.
- Úrslitið er í roynd og veru seks ferðir størri enn í fjør, tá úrslitið eftir skatt var góðar fýra milliónir krónur. Helvtin av inntøkunum stavar úr útlondum og hin helvtin úr Føroyum, sigur felagið, sum hevur aðalfund í næstu viku.
Felagið hevði ávísar serstakar útreiðslur í 2007, til dømis í sambandi við einskiljingina.
Veðrið órógvaði eisini flúgvingina nógv í fjør – serliga seinna hálvár. Útreiðslurnar í tí sambandi vuksu upp í slakar 14 milliónir krónur, og er tað tvífalt so nógv sum fyri tveimum árum síðani.
Umsetningurin vaks úr 519 milliónum upp í 539 milliónir krónur, og væntar felagið at røkka einum úrsliti hetta komandi árið, sum liggur um 20 til 25 milliónir krónur, um samfelagsliga búskaparstøðan heldur sær á sama støði sum í dag.