Atlantsflog vann silvur

Atlantic Airways gjørdist í gjár nummar tvey í stórari kapping um besta lýsingarátak í Danmark.

Tilsamans 10 fyritøkur og teirra lýsingastovur vórðu týsdaginheiðraðar í gamla keypsskálanum Børsen. Ímillum hesar fyritøkurnar var Atlantic Airways, sum saman við donsku lýsingastovuni Umwelt gjørdist silvurvinnari fyri lýsingarátakið Together.


Stjórin fegnast

Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways, sigur, at viðurkenningin fløvar og er eitt herðaklapp til felagið og starvsfólkini, sum hvønn dag kýta seg fyri at marknaðarføra felagið og Føroyar sum ferðamannaland:

- Heiðurin líkist tí gjøgnumbroti, sum vit í Føroyum hava strembað eftir at fáa í ferðavinnuhøpi uttanlands.

Stjórin er fegnast um viðurkenningina, serliga tí hon gevur Atlantflogi og Føroyum nógva umtalu. Í hesum døgum verður nevnliga nógv skrivað um kappingina hjá teimum donsku lýsingastovunum:

-Umtalan leggur góðan botn í framhaldandi arbeiði í at vaksa um ferðafólkastreymin til Føroya, so hetta er gott fyri Atlantic Airways, men so avgjørt eisini fyri Føroyar sum ferðamál.



Lýsingarátakið riggar

Lýsingin, sum er ein filmur, ið er 39 sekund til longdar og framleiddur við føroyskum leikarum og føroyskum tónleiki, var at síggja í donskum sjónvarpi frá februar og fram til miðan mai.Í grundgevingini varð millum annað sagt, at Atlantic Airways við eini avmarkaðari fíggjarorku á einum truplum marknaði dugir væl at draga viðskiftafólk at sær.

Hvørt ár skipar felagið hjá donskum lýsingarfyritøkum og Berlingske Media fyri at kjósa bestu lýsingarátøkini í Danmark. Viðurkenningin kallast Advertising Effectiveness Award og verður mett sum eitt slag av Oscar-heiðursløn í donsku reklamuverðini. Sambært sølu- og marknaðarleiðaranum í føroyska flogfelagnum, Jákup Sverri Kass, er hetta eitt lýsingarátak, sum hevur riggað:

- Vit hava hugt eftir tølunum og síggja heilt greitt, at vit hava havt ein munandi vinning við lýsingarátakinum Together.

Atlantic kappaðist við aðrar kendar danskar fyritøkur sum Danske Bank, TDC, Telia og Danske Spil. Gullprísin vann heilivágsfyritøkan Orifarm fyri sítt lýsingarátak, ið lýsingarstovan Umwelt eisini hevur staðið fyri.



Ummælið frá dómsnevndini

Dómsnevndin skrivar soleiðis í grundgevingini:

"Atlantic Airways har som udgangspunkt et meget begrænset sortiment og ikke mange parametre at spille på, men alligevel etablerer casen et "Togetherness" univers, som differentierer sig klart fra konkurrenterne i Nordatlanten og i Skandinavien. Der er således tale om et flot stykke

arbejde med en vanskelig destination i et vanskeligt marked. Casen illustrerer, at der også for små midler kan opnås betydelige resultater i en virksomhed, der traditionelt ikke har været særlig

markedsorienteret. Casen demonstrerer fin sammenhæng mellem baggrundsanalyse, målsætninger, strategi, gennemførelse og ikke mindst de opnåede resultater.

Det er således juryens opfattelse, at der er tale om en rigtig god case, godt håndværk og et bevis på, at det ikke behøver at være store budgetter, der bærer gode resultater tilbage til virksomheden."