Atlantsflog vísir andlit í Kastrup

Saman við grønlendska flogfelagnum hevur Atlantsflog latið upp avgreiðslu í nýggjum hølum í Kastrup ? yvir av har ferðafólk til Føroyaflogførini kekka inn

Í gjár, hósdagin, flutti Atlantsflog í nýggj avgreiðsluhøli í komuhøllini á flogvøllinum í Kastrup í Keypmannahavn. Nýggja avgreiðslan er í »Terminal 2«, beint yvir av, har ferðfólk til Føroyaflogførini vanliga kekka inn.

? Hetta er fyrst og fremst fyri at geva ferðafólki okkara betri tænastu, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi.

? Hetta lættir nógv um hjá viðskiftafólki okkara, og starvsfólkini hjá okkum fáa betur fylgt við, hvussu gongur hjá ferðfólki okkara, sigur stjórin.

Atlantsflog hevur leigað hølini til avgreiðsluna saman við grønlendska flogfelagnum, Grønlandsfly.

? Tað er einki dulsmál, at tað lættir um hjá báðum pørtum, at vit kunnu gera hetta í felag ? og vit hava eisini tosað um at lata dyrnar standa á gloppi, um Iceland Air eisini skuldi verið áhugað, sigur Magni Arge.

Nógv fólk ganga dagliga framvið nýggju avgreiðsluni hjá Atlantsflog, at Magni Arge sigur, at hetta samstundis er eitt kærkomið høvi hjá felagnum at marknaðarføra seg, tí har koma nógv ferðavand fólk framvið, og starvsfólkið hjá Atlantsflogi hava longu latið teimum nógvar ferðafaldarar.

Fýra fólk hjá Atlantsflogi starvast í avgreiðsluni í Kastrup.