Áheitanin hjá myndugleikunum er, at øll tiltøk og annað, har fleiri enn 100 fólk savnast innandura, skulu avlýsast. Umboð á flogførunum hjá Atlantsflogi eru fleiri enn 100 setur, og hesi sleppa ótarnað inn til landið.
– Vit fylgja neyvt støðuni og halda okkum til tey tilmælini, sum eru komin higartil. Vit gera akkurát tað, sum vit verða áløgd, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.
Hon sigur, at tey hava herdar manngongdir umborð í sambandi við vandan við coronavirus.
– Vit hava minkað um beinleiðis kundasamband, so vit ganga færri ferðnar ígjøgnum og servera. Øll okkara kabinufólk hava fingið serstakliga strangar ordrar, og tey skulu til dømis spritta regluliga, og vit heita á fólk um ikki at ganga eftir mittaragongini. Vit gera nógv fyri at minka um møguliga smittu, sigur Jóhanna á Bergi.
Fólk, sum koma úr reyðum vandaøkjum, sleppa ikki við flogførunum hjá Atlantsflogi. Men fólk, sum koma úr Danmark og aðrastaðni, sleppa væl.
– Øll skulu taka ábyrgd og ikki ferðast, tá mann er sjúkur. Um tú følir teg sjúkan, mást tú taka ábyrgd og ikki koma við, sigur hon.
Um ein persónur vísir so seg at vera smittaður við corona, so eru tey í Atlantic Airways klár til tað, metir stjórin.
– Tað eru strangar mannagongdir um tað. Tveir føroyingar eru longu komnir til Føroya við flúgvara og hava fingið staðfest corona. Avbjóðingin er, at mann sær ikki á fólki, um tey eru sjúk ella ikki, tí tey vísa ikki nøkur sjúkueyðkenni, sigur Jóhanna á Bergi.
Hon fortelur, at tey hava fingið upplýst frá landslæknanum, at mann sporar 48 tímar aftur.
– Tann fyrsti persónurin, sum bleiv smittaður við corona í Føroyum, fleyg við okkum 24. februar, men hann vísti ikki sjúkueyðkenni fyrr enn 29. februar. Tí fór mann ikki aftur til okkum og kannaði. Men hin seinni persónurin hevði verið við okkum, og har blivi fólk, sum sótu rundan um viðkomandi, sett í karantenu, sigur Jóhanna á Bergi.