Stjórin í Atlantsflogi, Magni Arge, heitir staðiliga á Landsins politisku myndugleikar um ikki at drála við at bggja flogvøllin í Vágum út. Men samstundis heitir hann á somu myndugleikar um at bera so í bandi, at gjøldini hjá Vága Floghavn, sum er ein tann dýrasta í Evropa, verður tálmað.
Í tíðindaskrivi í kvøld sigur Atlantsflog, at tað er sera týdningarmikið, at undirstøðukervið til flogferðslu í Føroyum verður ment.
- Lítlar og ongar íløgur eru gjørdar á hesum øki í áratíggju, og felagið tók tí væl ímóti, tá gjørt varð av at byggja út flogvøllin í Vágum.
- Tað hevur týdning at fremja íløgur, sum bæði kunnu bøta um regularitetin og skapa møguleikar at brúka onnur og størri flogfør enn í dag, sigur Magni Arge.
Hann sigur, at Atlantsflog setir sítt álit á, at myndugleikarnir tryggja, at Føroyar fáa best møguligu loysn í Vágum fyri peningin, sum er settur av til flogvallarútbyggingina.
- Kjakið um ein nýggjan flogvøll aðrastaðni í landinum er áhugavert, men tað eigur ikki at darva nakrari útbygging í Vágum nú, sigur stjórin í Atlantsflogi.
Hinvegin metir hann tað eisini vera átroðkandi, at myndugleikarnir sum skjótast endurmeta rasktrarleistin, sum flogvøllurin í Føroyum verður rikin eftir í dag, og tey gjøld, sum landskassin áleggur flogferðsluni og teimum ferðandi.
- Gjøldini sum brúkarin rindar fyri at ferðast um flogvøllin í Føroyum er millum tey dýrastu í Evropa, og samlaðu nýtslugjøldini vaksa við meiri enn 50% eftir tveimum árum.
- Tann rokningin endar í síðsta enda hjá føroyska brúkaranum og skaðar menningina av føroyskari ferðavinnuni og føroyskari flogvinnu.
- Hetta hava mong onnur ferðamál í Europa skilt, og tí hava tey aðrastaðni lækkað ferðagjøldini til tess at økja samlaðu inntøkurnar hjá øllum pørtum við einum vaksandi streymi av ferðafólki, sigur Magni Arge