Atlantsflog sleppur ikki at flúgva í russiskum loftrúmi

Russisku loftferðslumyndugleikarnir hava boðað frá, at russiska loftrúmið er stongt fyri 36 londum, teirra millum eru Føroyar, Danmark og Grønland.

 

Tað skrivar danski flogferðslumiðilin Check-in.dk

Sum væntað hava russisku myndugleikarnir svarað aftur upp á umfatandi blokkatuna av russiskum flogførum í ES loftrúmi, Føroyum, Grønlandi, Kanada, Bretlandi, Noreg og Íslandi við at seta sama slag forboð í russiskum loftrúmi. Hesum boðar  Rosaviatsia, russiski sivili loftferðslumyndugleikin, frá sambart tíðindastovuni Interfax.

Russiska forboðið er galdandi fyri hesi lond:

Albania, Anguilla, Belgia, Bulgaria, Bretsku Jomfrúoyggjar, Kanada, Danmark, Grønland, Føroyar, Estland, Finnland, Frankaríki, Gibraltar, Grikkaland, Holland, Írland, Ísland, Italia, Jersey, Kroatia, Letland, Litava, Luxembourg, Malta, Noreg, Pólland, Portugál, Rumenia, Slovakia, Slovenia, Spania, Bretland, Svøríki, Kekkia, Týskland, Ungarn og Eysturíki.