Tey eldru flogførini hjá føroyska flogfelagnum verða nú skift út Atlantsflog hevur gjørt av at ogna sær nýggj flogfør ístaðin fyri tey gomlu. Felagið hevur júst keypt eitt nútímans flogfar av slagnum British Aerospace, og í november kemur ætlandi eitt afturat.
Flogførini, sum Atlantsflog nú hevur, eru eisini av slagnum British Aerospace, men Magni Arge, stjóri, sigur við útvarpið hjá Kringvarpinum, at felagið arbeiðir við ætlanum um at keypa onnur flogfør enn BA.
Stjórin sigur, at Atlantsflog fer at eiga fimm ella seks flogfør, tá útskiftingin er liðug.