Atlantsflog skal sleppa undan avgjaldi

Samgongan ætlar nú at hækka avgjaldið á olju og oljuúrdráttum frá 1. Januar at rokna Men tað er væl trúligt, at samgongan hevur forroknað seg eitt sindur, tí nú er komið fram, at tað er ólógligt at áleggja Atlantsflogi at betala oljuavgjaldið.

Tað hevur Vinnumálaráðið nú fingið at vita frá felagnum fyri flogfeløg í Evropa.

Felagið sigur, at ES hevur samtykt, at brennievni til flogfør í vinnuligari flúgving skal vera frítikið fyri avgjøld.

Felagið staðfestir eisini, at hetta er eisini galdandi fyri Føroyar.

Orsøkin er, at flogferðsla verður mett at vera ein fortreyt fyri menning og vøkstri og tí hava londini áhuga í at styrkja flogferðsluna.