Atlantsflog selur eitt flogfar

Atlantsflog hevur í dag skrivað undir ein sáttmála við North Cariboo í Kanada um sølu av einum RJ-85 flogfar.

Atlantsflog hevur í dag skrivað undir ein sáttmála við North Cariboo í Kanada um sølu av einum RJ-85 flogfar. Yvirtøkan fer fram í desember 2013.

 

Sølan fer ikki at hava ávirkan á úrslitið hjá felagnum fyri 2013.

 

Atlantsflog hevur í løtuni trý Airbus 319 flogfør og eitt BAE Avro RJ-100 flogfar umframt tvær tyrlur. Fremsta uppgávan hjá Atlantsflog er at veir Føroyum flogtænastur, men veitir eisini tænastur uttan fyri Føroyar, verður sagt í einari fráboðan.