Líkindini fyri at sleppa til Noregs í morgin, eru frægari enn at sleppa til Danmarkar. Tí kannar Atlantsflog møguleikan fyri at gera ein sertúr til Norgegs í morgin. Sum støðan er í løtuni, er ivasamt, um tað verður flúgvandi til Danmarkar í morgin, sunnudagin.
Tó er møguleiki fyri at luftin verður klár yvir pørtum av Noregi í morgin, sigur Rasmus Niclasen á Atlantsflogi
Tískil arbeiðis Atlantic Airways í løtuni við at kanna møguleikan fyri at flúgva til Bergen ella møguliga Oslo í morgin sunnudagin.
Tað er eitt tilboð til ferðafólk at sleppa inn á fastlandið og so kunnu tey sjálvi syrgja fyri víðari flutningi.
Samstundis kunnu ferðafólk, sum vilja sleppa til Føroyar, leita sær til Noregs.
Atlantsflog sigur, at ferðafólk sum hava áhugað í at tryggja sær ferð til Noregs, um so verður, at flúgving verður í morgin, skulu fara inn á hjáløgdu slóðina: www.atlantic.fo/Default.aspx