- Hetta er fantastiskt, og hevur sera stóran týdning fyri Atlantsflog.
Tað sigur Magni Arge, stjóri í føroyska flogfelagnum, sum í harðari kapping hevur vunnið sáttmálan um flúgvingina av starvsfólkum hjá Aker Stord.
Stjórin í Atlantsflogi, Magni Arge, sigur, at fyribilssáttmálin, sum Atlantsflog og norska fyritøkan, Aker Stord, undirskrivaðu hósdagin um flutning av ferðafólki úr sunnara parti av Noregi til Alta í Norðurnoregi, merkir, at føroyska flogfelagið kemur at flyta eini 35.000 ferðafólk á hesi rutuni komandi tvey árini.
Magni Arge sigur, at flúgvingin í Noregi byrjar væntandi um miðjan apríl og heldur fram til marsmánaða 2006.
? Talan verður í minsta lagi um einar 1400 flúgvitímar í hesum tíðarskeiði, men óhugsandi er ikki, at flúgvitímarnir verða nógv fleiri, nevniliga heilir 2800 tilsamans.
Luturin hjá Atlantsflogi verður at flúgva starvsfólk hjá Aker Stord, Aker Kværner Elektro, Kaefer IKM og Rosenberg Verft úr Stavanger og Stord til Alta. Seinni verður møguliga talan um at flúgva til aðrar floghavnir í Mið- og Suðurnoreg eisini.
Stian Vemmestad, sum er forstjóri hjá Aker Stord sigur, at tvinnar orsøkir vóru til, at Atlantsflog fekk sáttmálan:
? Atlantsflog var kappingarført í prísi, og so hevur felagið eisini sera royndar flogskiparar, sum eru vanir at flúgva í truplum veðurlíkindum, sigur hann.
Størsti einstaki sáttmáli
Magni Arge sigur, at hetta er størsti einstaki sáttmálin, sum Atlantsflog nakrantíð hevur gjørt.
? Í peningi verður talan um í minsta lagi 50 miljónir krónur, sigur Magni Arge.
Stjórin váttar, at hesar 50 miljónirnar byggja á tað minna tímatalið, sum er 1400, men gongur alt væl, er ikki óhugsandi, at umsetningurin verður munandi størri.
? Eg tori tó ikki at leggja høvdið á blokkin fyri, at sáttmálin í umsetningi er verdur 100 miljónir, tí tað veldst eisini um, hvat vit annars kunnu fáa burtur úr avtaluni, sigur Magni Arge.
20% uttanfyri
Hann vísir á, at nýggja avtalan saman við sáttmálunum um flúgving millum Ísland og Grønland og Danmark og Italiu, merkir, at umleið 20% av flúgvingini hjá Atlantsflogi nú liggur uttanfyri Føroyar og ávirkast tískil ikki av tí, sum eitt nú hendir í føroyska búskapinum.
? Sáttmálin kann eisini koma at merkja, at føroyskar fyritøkur og føroysk arbeiðsmegi fær munandi betri møguleikar at taka lut í virkseminum rundan um risastóru útbyggingina, sum Statoil stendur fyri í Norðurnoregi, vísir Magni á.
Hann ásannar, at Atlantsflog hevur fingið henda sáttmálan í lag, sum viðurkenning fyri tað arbeiði, sum bæði núverandi og fyrrverandi starvsfólk og leiðsla hjá felagnum hava lagt í at menna føroyska flogvinnu.
Atlantsflog og Aker Stord vænta, at fyribilssáttmálin um flutning verður endaliga undirskrivaður, 25. mars 2004.










