Atlantsflog í Oslo

Atlantsflog fleyg leygardagin fyrsta almenna túrin á beinleiðis rutuni millum Vágar og Gardermoen

Flogferðsla

Gardermoen:

Atlantsflog er farið undir beinleiðis flúgving millum Vágar og Oslo. Leygardagin varð farið fyrstu ferð úr Vágum við kós móti Gardermoen flogvøllinum í Oslo.
Í Oslo varð skipað fyri móttøku, nú nýggj ruta varð stovnað. Bæði flogvallarleiðslan, SAS, sum er umboð hjá Atlantsflogi í Gardermoen, felagið, sum letur mat umborð á flogførini, og so nakað so sjáldsamt sum eitt vinafelag hjá Atlantsflogi í Oslo vóru umboðað á flogvøllinum.
Røður vórðu hildnar, og gávur vórðu handaðar, eins og okkurt fekst at koyra í munnin.
Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, helt í røðu síni fyri, at nú komu føroyingar aftur til tað gamla hjálandið, Føroyar høvdu, tá Sverri kongur fór úr Føroyum til Noregs og legði landið undir seg. Hesaferð var tað tó sum samstarvsfelagi.
Bjørn Vinge, tekniskur stjóri á Gardermoen, fekk handað eina eftirgerð av føroyskum grindareiðskapi.
Bjørn Vinge segði, at tað er altíð hugaligt, tá ein nýggj ruta verður latin upp. Tað hevur reklamuvirði, hóast rutan er lítil. Og góðari og positivari umrøðu hevur flogferðslan sanniliga brúk fyri í hesum døgum, segði hann.
Hann fegnaðist um, at ein ruta út vestur í hav nú er latin upp, hóast hendan ikki er tan fyrsta tann vegin kortini, segði han. Icelandair flýgur millum Oslo og Keflavík, segði hann.
Gardemoen flogvøllurin vað latin upp tann 8. oktober 1998, greiddi Bjrøn Vinge frá. Í dag er flogvølluin tann triðjistørsti í Norðanlondum. Kastrup og Arlanda eru størri.
Tað ferðaðust í fjør 14 milliónir ferðafólk um flogvøllin í Gardermoen, segði hann. Daglaga koma og fara 550 flogfør um vøllin.