Atlantsflog, Maersk ella bæði

    

Christian Weihe
?????????????

Júst afturkomin á einum hugnaligum túri við Atlantic, har flogternurnar vóru sera fyrikomandi. Tænastan umborð var í topp, snøgt sagt einki at klaga um.
Sá síðan í Degi og Viku, at Atlantsflog hevði havt aðalfund, og teir kundu leggja ein positivan rokniskap fram. Hettar er sera gott, og er at gleðast yvir, serliga í hesum tíðum har tey flestu flogfeløgini hava hall.
Tað er sera gott at føroyingar stuðla sínum felag. Men, tað er vandi í hvørjari vælferð.
Maersk hevur flogið uppá Føroyar í nógv ár, og hava teir ivaleyst havt stórt yvirskot á hesi rutuni, øll tey árini teir vóru einsamallir. Prísirnir lækkaðu ikki fyrr enn Atlantsflog byrjaði.
Tað sær út til at ganga tann skeiva vegin við ferðafólki hjá Maersk, og tann positiva vegin hjá Atlantsflog. Hetta skuldi bert verið at glett seg yvir. Men gevst Maersk at flúgva uppá Føroyar, tí ov fá flúgva við teimum, fara prísirnir nokk tann øvugta vegin fyri tey ferðandi. Leiðslan í felagnum, sum verður eftir, skal nokk duga at koma við einari góðari grundgeving, hví prísirnir skulu hækka.
Tað er gott, at vit føroyingar standa saman um okkara felag, men spurningurin er so um vit standa so væl saman, at prísirnir fara at hækka.
Tí er spurningurin, um tey sum flúgva, ikki burdu skift eitt sindur millum feløgini, so bæði vera verandi á marknaðinum. Tá verður framhaldandi kapping, til fyrimun fyri ferðafólkini.