Atlantsflog má ikki privatiserast

- Ein lívæðr kann ikki privatiserast! So bersøgin er Óli Samró, búskaparfrøðingur í vinnukronikk í Sosialinum, har hann mælir landsstýrinum til at keypa aftur tann partin av Atlantsflog, sum longu er privatiseraður

Óli Samró sigur, at ferðasambandið út í heim ann ikki leggjast í hendurnar á felag, sum kann fara av knóranum, ella sum byrjar at skelva í einum lákonjukturi. Hann sigur, at fíggjarkreppan úti í heimi í dag kundi hav lagt landið lamið.

- Lívæðrin hjá føroyingum kann ikki latast upp í hendurnar á tilvildarligum rationellum íleggjarum. Flogleiðin út í heim er lívæðrin og hóskar ikki at vera privatiserað, sigur Óli Samró, sum heitir á landsstýrismannin um at leggja uppskot fyri tingið, sum steðgar privatiseringini av Atlantsflog og at keypa tey partabrøvini aftur, sum longu eru seld.

Óli Samró heldur, at løgtingið við lóg eisini skal tryggja eit tregluligt rutunet alt árið millum Føroyar, Danmark, Ísland, Noreg og evropiska meginlandið. Hann heldur eisini, at løgtingið skal tryggja ein ferðakostnað, sum ger, at tað ber til hjá fólki, sum býr í Føroyum at sleppa uttanlands, og hjá fólki, ið býr uttanlands, at koma til Føroya.

Óli Samró sigur, at hann væl veit, at liberalisering av luftrúminum er ein av fyritreytinum hjá Føroyum fyri at koma við í altjóða samstarv. Men hann heldur, at tað má bera til at fáa undantak, tá tað snýr seg um eina lívæðr, sum her hjá okkum.

- Eg veit væl, at ein flogleið eins og tænastuveitingar sum heild hóska illa at vera almennar. Vónandi verða tað fleiri enn eg, sum fara at ganga upp á kompromis við teirra liberalu hugsjón og búskaparligu trúgv annars, og ístaðin síggja sambandið út í heim, sum ein part av almenna infrakervinum á sama hátt sum vegasamband, brýr og tunlar, sigur Óli Samró.

Hann sigur víðari, at fíggjarkreppan úti í heimi í dag kundi havt lagt landið lamið.

- Lívæðrin hjá føroyingum kann ikki latast upp í hendurnar á tilvildarligum rationellum íleggjarum. Flogleiðin út í heim er lívæðrin og hóskar ikki at verða privatiserað, sigur Óli Samró