Atlantsflog hevur keypt eitt flogfar afturat og hevur nú seks flogfør Flogfarið, sum Atlantsflog hevur keypt, er av slagnum British Aerospace Avro RJ85. Prísurin er 25 mió. krónur.
Tað hevur staðið á flogvøllinum í Vágum teir seinastu dagarnar, men var sín fyrsta túr í gjár.
Atlantsflog hevur nú seks flogfør. Av teimum leigar felagið tvey.
Kelda: joanisnielsen.fo