Atlantsflog ikki til Stockholm og Hetlands næsta summar

Stockholm og Hetland eru ikki í ferðaætlanini hjá Atlantsflogi fyri summarið 2009 Atlantsflog boðaði í gjár keypsskálunum frá ætlanum sínum næsta summar, sum eru grundaðar á tað, flogfelagið heldur vera fíggjarliga forsvarligt.

Har kemur millum annað fram, at flúgving millum Stavanger og Stockholm og London og Hetland er ikki í ferðaætlanini, tí hon kostar felagnum ov nógv. Skal hendan flúgvingin halda fram, er neyðugt at finna fígging til hennara, kunnger Atlantsflog fyri keypsskálum og partaeigarum.

Annars fer Atlantsflog at flúgva til somu pláss næsta summar sum nú í summar, og Atlantsflog fer eisini næsta summar at flúgva millum Reykjavík og Narsarsuaq í Grønlandi í samstarvi við Air Iceland, sigur felagið.