Atlantsflog havt aðalfund

Roknskapurin vísir eitt úrslit upp á 10 milliónir krónur áðrenn skatt. Eginpeningurin er øktur frá knøppum 65 milliónum til góðar 87 milliónir

 

Atlantsflog havt aðalfund

Roknskapurin vísir eitt úrslit upp á 10 milliónir krónur áðrenn skatt. Eginpeningurin er øktur frá knøppum 65 milliónum til góðar 87 milliónir

 

Flogferðsla

Jákup Mørk / Edvard Joensen

 

Roknskapurin hjá Atlantsflogi vísir eitt avlop upp á 9,4 milliónir eftir skatt. Hetta er heldur betri úrslit enn í fjør, tá tað var 8,1 mill.

Eginognin hjá felagnum vaks úr knøppum 65 milliónum til góðar 87 milliónir, og tað er nevndin nøgd við. Í hesi øking er íroknaður ein vøkstur upp á 13 milliónir, sum er íkomin av broyttum roknskaparhátti viðvíkjandi avsetingum til viðlíkahald. Í viðmerkingunum til roknskapin sigur nevndin, at hendan broyitng er í samsvar við altjóða og nýggjar danska roknskaparhættir.

Nevndarformaðurin, Eyðfinnur Jacobsen, hevur lagt frá sær, og Christian Andreasen, advokatur er nývaldur í nevndini. Nevndin skipar seg sjálv.

Í stuttari viðmerking sigur Magni Arge, stjóri, at hann er hampiliga væl nøgdur við úrslitið.

? Eg vil siga, at tekur tú atlit til at útreiðslurnar eru øktar einar 10 milliónir krónur orsakað av høgu olju og dollaraprísunum, samstundis sum kappingin á Danmarkarrutuni er harðnað, haldi eg okkum vera komin rímiliga væl burtur úr árinum.

Víðari sigur Magni Arge, at eitt nú Air Iceland og Grønlandsfly hava havt munandi hall í ár 2000. Hetta eru feløg, sum Atlantsflog ofta verður samanborið við.

? Eg vil tó leggja aftrat, at ambitiónirnar so avgjørt eru til eitt enn betri úrslit. Tað eru tó ymsir faktorar, sum vit ikki sjálvi kunnu ávirka. Viðhvørt spæla hesir við og viðhvørt ímóti, og í fjør vóru hesir so avgjørt ímóti. At úrslitið hóast hetta er positivt, sýnir, at grundraksturin í felagnum er í lagi, og tað hava vit so avgjørt orsøk til at fegnast um.