Donsku loftferðslumyndugleikarnir boða í kvøld frá, at danska loftrúmið letur upp í nátt kl. 02. Tí verður flogferðslan til og úr Føroyum tikin uppaftur í kvøld. Atlantsflog sendir tvey flogfør til Danmarkar í nátt. Flogførini verða fullsett báðar vegir.
RC 3452 væntast at fara til Keypmannahavnar í kvøld kl 22:40. RC 4456 væntast at fara til Keypmannahavnar í kvøld kl 23:00
RC1451 væntast at fara úr Keypmannahavn í nátt kl 02:00
RC4455 væntast at fara úr Keypmannahavn í nátt kl 02:45
Ferðafólk verða biðin um at kanna sína ferð á www.atlantic.fo. Trýst á leinkjuna ?Kanna bílegging? og finn útav, hvørjum túri tú ert á. Komið vinarligast í góðari tíð til flogvøllin.
Tað er enn eitt sindur ivasamt, um føroyska loftrúmið er opið í morgin.
Nærri boð verða latin skjótast møguligt.









