Atlantsflog fær nýggjan stjóra í dag

Klokkan 11 fáa starvsfólk hjá Atlantsflog høvi at heilsa upp á nýggja stjóra felagsins

Klokkan 11 eru starvsfólkini hjá Altantsflog kallað saman til fundar á arbeiðsplássinum, og har fáa tey høvi at heilsa upp á nýggja stjóran hjá tjóðarflogfelagnum

 

Tað var í november í 2013, at Magni Arge varð koyrdur frá sum stjóri í Atlantaflog, at Jørgen Holme varð settur í hansara stað. Nevndin boðaði tá frá, at nýggjur stjóri skuldi setast í felagnum, og at Jørgen Holme skuldi sita sum stjóri í eini tvey ár.

 

Men hóast tvey ár ikki eru farin enn, so varð lýst eftir nýggjum stjóra í vár. Og stórur áhugi er fyri at gerast nýggjur stóri í Atlantsflog, tí ikki færr enn 45 fólk søktu starvið.

 

Fyrsti stjóri felagsins var Heri Mortensen á Tvøroyri, sum var stjóri frá stovnan í 1988 til 1995. Magni Arge var stjóri frá 1995 til 2013.

 

Í dag verður so tann stóra løtan, tá nýggi stjórin verður kunngjørdur. Tað verður á flogvøllinum í Vágum klokkan 11.