Føroyska flogfelagið Atlantsflog vann útboðið um at veita tyrlutænastur í sambandi við oljuleitingina hjá Statoil-samtakinum í Føroyum seinni í ár.
Atlantsflog skal eisini standa fyri flúgvingini við manningum millum Føroyar og Noreg, sigur felagið.
- Roknað verður við, at leitingin varar í einar fýra til fimm mánaðir og umsetningurin í flogtænastum er mettur til einar 20-25 milliónur krónur.
Atlantsflog hevur leigað eina AW 139 tyrlu, sum skal brúkast til Statoilsáttmálan.
Tyrluna kennir manningin væl, tí hetta er sama tyrla, sum felagið seldi til tý?ska felagið Wiking fyri einum ári síðani.
- Vit eru sera fegin um, at Statoil hevur valt føroyska flogfelagið at standa fyri
flúgvingini. Vit hava áhaldandi ment okkara tænastu og førleikar, so vit kunnu veita
oljuvinnuni eins og øðrum viðskiftafólki eina dygga tænastu, og ynskja annars Statoil
bestu eydnu við oljuleitingini, sigur Magni Arge, stjóri.
Atlatnsflog hevur staðið fyri tyrluflúgving í Føroyum síðani 1994 og seinastu
árini eisini veitt tænastur til oljuvinnuna í donskum, bretskum og niðurlendskum sjóøki.