Atlantsflog 10 mill. kr. í landskassan

- Vit fegnast eisini um, at løgtingið hevur samtykt uppskotið um einskiljingina,og fara nú til verka saman við eigaranum at fremja hendan setning skjótt og væl, sigur Christian Andreasen, nevndarformaður í Atlantic Airways.

Tíðindaskriv


Atlantic Airways hevði aðalfund í farnu viku, har rokniskapurin var framlagdur. Úrslitið fyri skatt var 23,6 milliónur krónur, og tað er tað besta í søgu felagsins. Úrslitið eftir skatt gjørdist 20,7 milliónir krónur samanborið við stívar 14 milliónur krónur árið fyri. Tað svarar til ein vøkstur uppá 46 prosent.

Landskassin fær eisini lut í yviskotinum, tí aðalfundurin hevur samtykt,eftir uppskoti frá nevndini, at rinda 10 milliónir kr. í vinningsbýti.

Talan er um sera stóran vøkstur í virkseminum, tí umsetningurin vaks við heili 62 prosentum úr 234 milliónum í 2004 upp í slakar 380 milliónur krónur í 2005.

Virksemið vaks nógv bæði úti og heima. Inntøkur, sum stava uttanlands frá, vuksu úr 74 milliónum upp í slakar 129 milliónir. Hetta svarar til, at 36 prosent av inntøkugrundarlagnum liggur uttan fyri Føroyar og í ferðavinnuni. Mesti vøksturin uttanlands stavar frá flúgving í Noregi.

Hóast búskapurin tóktist stagnerandi stóran part av 2005, og felagið var stórt sæð einsamalt um allan flutningin loftvegis millum Føroyar og útlond, so var metstórur vøkstur á Føroyaleiðunum.Mongu og spjaddu fráferðirnar saman við bíligari prísum og smidligari prísskipan, eiga sín stóra lut í hesum vøkstri.

Nevnd og stjórn fegnast um tað góða úrslitið, og at tað samstundis hevur borið til at gera tað møguligt fyri føroyingar at ferðast oftari. Starvsfólkaliðið hjá Atlantic Airways, sum taldi 152 fólk í 2005 í mun til 111 árið fyri, eiga øll sín stóra lut í hesum.

- Vit fegnast eisini um, at løgtingið hevur samtykt uppskotið um einskiljingina,og fara nú til verka saman við eigaranum at fremja hendan setning skjótt og væl, sigur Christian Andreasen, nevndarformaður í Atlantic Airways.
Umframt nevndarformannin Christian Andreasen sita í nevndini Erlingur í Líða og Petur J. Eiriksson, sum eru valdir av landsstýrinum og Annika Jespersen og Heini Davidsen, sum starvsfólkaumboð.