Sambært heimasíðuni hjá Jóanisi Nielsen ger Atlantsfarið nú klárt til at fara á sildaveiði. Teir eiga nøkur 100 tons av sild, sum teir fyrst fara at fiska.
- Ætlanin er fyrst at royna í føroyskum sjógvi, men um einki verður at fáa her, fara teir ætlandi í norskan sjógv at royna.
Heimasíðan skrivar, at nú verður riggað til, og eftir ætlan loysir Atlantsfarið sunnudagin.










