Atlants Kolvetni góðar vónir

Meðan onnur smærri oljufeløg hava søkt saman við teimum stóru, so søkti Atlants Kolvetni saman við Geysir, sum má roknast hoyrandi til tey smærri oljufeløgini. Wilhelm Petersen, stjóri sær ongan vansa í hesum, at teir ikki eru saman við teimum stóru, kanska heldur tvørturímóti.

-Vit eru sera væl nøgdir við úrslitið av útbjóðingini, tí vit hava fingið stóran part av tí, sum vit søktu um. Hetta er ótrúliga gott sigur stjórin í Atlants Kolvetni, Wilhelm Petersen. Felagið søkti saman við Geysir um fýra ymisk øki og fingu tey tvey loyvi. Annað loyvið liggur út til markið og hitt eitt sindur longur vestari. Wilhelm Petersen sigur, at tá tú søkir um so nógv øki, so er einki løgið í tí, at tú ikki fær alt tú kundi ynskt tær. Vit hava fingið part av tí, sum var okkara 1. prioritetur og 2. prioritetur. Hetta skuldi tí verið ein góð samanseting.

Meðan onnur smærri oljufeløg hava søkt saman við teimum stóru, so søkti Atlants Kolvetni saman við Geysir, sum má roknast hoyrandi til tey smærri oljufeløgini. Wilhelm Petersen sær ongan vansa í hesum, at teir ikki eru saman við teimum stóru, kanska heldur tvørturímóti. ?Atlants Kolvetni er komið hartil, at vit bæði arbeiða saman við stórum oljufeløgum og við smærri feløgum. Vit eru saman við stórum oljufeløgum bæði í 1. útbjóðing á føroyskum øki, her eitt nú Amerada Hess, BG og Dong og nú eisini saman við stórum feløgum á bretska landgrunninum. So tað merkir einki fyri okkum, at vit ikki í hesi útbjóðingini ikki eru saman við stórum oljusamtøkum.

Wilhelm Petersen heldur tað vera sera áhugavert fyri teir at vera saman við einum minni felag, tí harvið hevur Atlants Kolvetni so mikið stóran part av loyvinum. Í báðum loyvum er talan um eitt býti uppá 60 til 40%. Geysir er fyristøðufelag og hevur harvið tey 60%. Talan verður tó um eitt sera javnbjóðis samstarv. Geysir fer ikki sum operatørur at lata skrivstovu upp í Føroyum, men fer at brúka skrivstovuna hjá Atlants Kolvetni í Nólsoyar Pállstovu. Talan fer at vera um sera tætt samstarv.

Atlants Kolvetni hevur í løtuni nógv jørn í eldinum. Høvuðsfokus er á trý oljufelt í bretskum øki, sum verða bygd út júst nú. Tey fara við nógvari orku hjá felagnum. Her er fyrst og fremst talan um fyrrverandi fólk hjá Amerda Hess, eitt nú Richard Hardmann, sum eisini hava nógvar royndir á føroyskum øki. Menn, sum Richard Hardmann koma sostatt at arbeiða tætt saman við eitt nú Terja Hagevang og Dag O. Larsen hjá Geysir. Wilhelm Petersen heldur sjálvur, at teir við hesum fólkum hava fingið eitt sera gott team og uttan iva nakað av tí bestu kompetansuni tú kanst fáa í oljuhøpi, tá tosað verður um leiting. Tað man vera á hædd við alt annað tú kanst fáa í bransjuni.

Strategiin er tann, at tað verður arbeitt við økjunum tey fyrstu tvey til trý árini tvs. at gera tey búgvin. Tá so tíðin kemur til at fara undir at fyrireika boring, verður tað so aktuelt at tosa við onnur størri feløg, sum hava royndir og kapital á tí økinum. Wilhelm Petersen útilokar so heldur ikki, at teir við tíðini kunnu taka upp samband við onnur størri feløg um at taka lut og gerast partur í teirra loyvum.

Hann vísir eisini á, at Atlants Kolvetni er við í einum brunni frá 1. útbjóðing, sum enn ikki er boraður. Hann skal borast áðrenn 2007. Sum skilst eru samráðingar millum henda bólkin og onnur oljufeløg og føroyskar myndugleikar um møguliga at flyta brunnin inn á okkurt av 9 ára loyvunum. Tað kann so vera á loyvunum hjá Anadarko, ENI ella Statoil.

70 mill. kr. banka á dyrnar
Í dag eru umleið 3000 partaeigarar í Atlants Kolvetni. Samlaði partapeningurin er umleið 120 mill. kr. Marknaðarvirðið liggur tó væl omanfyri 200 mill. kr. Wilhelm Petersen sigur, at seinasta tekningin av partapeningi var sera væl eydnað og gav 74 mill. kr. Nú var tekningin um jóltíðir og hetta kann hava gjørt, at fleiri útlendskir íleggjarar fingu ikki høvi til at vera við. Tað hevur so víst seg aftaná, at fleiri slíkir íleggjarar í útlandinum hava víst felagnum og virksemi tess stóran áhuga. Wilhelm Petersen upplýsir, at teir hava fingið fyrispurningar úr útlandinum frá 4-5 íleggjarum um at seta aðrar 70 mill. kr. í felagið. Tað má so bíða til eina aðru ferð. Tað líðir annars væl til, at Atlants Kolvetni er eitt av teimum størstu feløgunum í Føroyum. Nú virksemið veksur og arbeiðast skal báðumegin markið hevur felagið brúk fyri fleiri fólkum. Í næstum verða tí trý fólk aftrat sett í Gongini 10. Umframt skrivstovuna í Havn eru eisini fleiri fólk í Bretlandi, sum eru knýtt at felagnum.